Noregi / 11 nætur og 12 dagar umborð

Rundferð í Noregi

Skipið

Umborð eru umstøðurnar sera hugnaligar og nýmótans, tí skipini eru bygd frá 2021-2023. Tað er fleiri kahúttur at velja í millum, t.d. vanliga kahúttu uttan vindeyga, deluxe kahúttu við altan ella superior kahúttu við havútsýni. Samstundis er heilpensjón ein partur av pakkanum, og tú noyðist tí ikki at hugsa um nakað, meðan tú ert umborð. Eisini er møguligt at tekna teg til fleiri útferðir, meðan ein er umborð. T.d. ein gongutúr í fjøllunum í Ålesund, ein róligan túr í lítlum báti í Tróndheim, ein RIB-safari í Bodø fyri at síggja havørnir, hundasletu í Tromsø og mangt mangt annað.

 

Havila ger sera nógv burtur úr at teirra skip skulu vera umhvørvisvinarlig, og tí sigla tey heili 4 tímar við ongum útláti, sí meira her.

 

Vit viðmæla at flúgva til Bergen dagin fyri, soleiðis at tit koma uppá pláss í góðari tíð og uppliva býin samstundis. Ávís tíðspunkt á árinum er møguligt at flúgva beinleiðis til Bergen við Widrøe.

 

Set teg í samband við okkara sølufólk, so skulu tey hjálpa tær við at skapa ein ógloymandi túr á norsku firðunum og í norsku náttúruni.

 

 

 


 

Prísur: úr 18.695 kr. pr. persón

 

Íroknað pakkanum

  • Flogferð umvegis Kastrup, tur/r-tur 
  • Gisting í Scandic Hotel Bergen *** í eina nátt á útferðini og heimferðini
  • Cruise við superior kahúttu við havútýni, íroknað heilpensjón

 

 

Eyka tænastur

- Útferðir, sí faldara her.

 

Norðurljós garanti

Umborð á Havila garantera tey, at um tú siglir millum 01. oktobur til 31. mars, so sleppur tú at uppliva norðurljósið. Um hetta ikki eydnast, geva tey tær eina 7 daga ferð við teirra skipum á suðurferðini ella norðurferðini, ókeypis.

Sí treytir her.


GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic og Havila kann prísurin verða nakað hægri