New York

 

Beinleiðis til New York

So er tað aðru ferð í søguni, at vit hava møguleikan at flúgva beinleiðis rutuflúgving frá Vágum til USA. 

Flogið verður til New York týsdagar frá 03. septenbur til og við 8. oktobur 2024. Flogferðin heim aftur verður mikudagar, og flogtíðin er umleið sjey tímar. Flogið verður til Stewart flogvøllin. 

Vit hava sett pakkar saman við flogferð og gisting. Gistingin er átta nætur. Hetta samsvarar við flogtíðirnar. Ætlar tú tær at flúgva víðari frá New York í USA, so hjálpa vit fegin við flogferðini. 

Sum nakað nýtt hevur Atlantic Airways eisini sett sveiggj ferðaseðlar til sølu á rutuni millum Vágar og USA, tískil kunnu ung millum 12 - 25 ár og lesandi, fáa avsláttur á teirra ferðaseðlum.

Her niðanfyri sært tú nøkur dømi uppá hotel. Legg til merkis, at vit hava ikki bara hesi hotellini, men nógv onnur. Spyr okkara seljarar, so gera vit pakkaferðina júst sum tit ynskja. 

Les meira.
Hotel Edison
1
Prísur úr kr. 15.415,-
100 m til Time Square
Les meira.
The Evelyn Hotel
2
Prísur úr kr. 17.159,-
Tætt við Madison Square Garden og Empire State Building
Les meira.
The Time Hotel
3
Prísur úr kr. 19.679,-
250 m til Times Square / 1 km til Manhattan Midtown / 1,5 km til Central Park
Les meira.
Aliz Hotel Times Square
4
úr 15.240 kr.
500 metrar til Times Square og Empire State Building