Beinleiðis til Tenerife á heysti í 2024

Beinleiðis til Tenerife á heysti 2024

Beinleiðis til Tenerife á heysti 2024. Fráferðin er hósdagar og flogið verður tríggjar túrar frá 10. - 24. oktobur.

Flogtíðirnar vera hesar:

Vágar - Tenerife 08:30 - 13:55
Tenerife - Vágar 14:55 - 20:20

Allar tíðir eru lokalar tíðir.

Íroknað pakkaferðirnar til Tenerife er flogferð, uppihald og transportur til og frá hotellinum. 

Hópin av hotellum eru at velja ímillum á Tenerife. Her á síðuni hava vit samansett nakrar pakkar við nøkrum útvaldum hotellum á Tenerife. Her eru bæði hotell til barnafamiljuna og til pør uttan børn.

Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini. Hava tit onnur ynski, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað. 

Ferðamál á Tenerife

Playa de las Americas

Playa de las Americas er ein nýmótans og væl dámdur feriubýur, á tí sólríku eystursíðuni á Tenerife. Her finnur tú alt, tú kanst ynskja tær av eini sólferð: strendur, shopping, útferðir, ítrív, matstovur og barrir. 

 

Costa Adeje

Costa Adeje er í suðurpartinum av Tenerife og er ein av mest vitjaðu støðunum á oynni. Býurin hevur nøkur av teimum bestu underhalstilboðunum á Tenerife, við góðum matstovum og hotellum. Og ikki minst eru nógv væl dámd støð her, sum til dømis vatnlandið Siam Park ella  náttúruøki Barranco del Infierno.

 

 

Los Cristianos

Los Cristianos er ein róligur býur við vøkrum strondum, hugnaligum matstovum og góðum golfbanum. Alt er staðsett tætt við strondina við nógvum pálmatrøum og lívliga miðbýnum.

Les meira.
Olé Tropcial Tenerife - Adults Only
1
Prísur úr 10.385.-
Playa de las Americas / Strond: 400 metrar / Sentrum: 600 metrar
Les meira.
Spring Hotel Bitacora
2
Prísur úr 37.769,-
Playa de las Americas / strond: 350 metrar / centrum: 1 km
Les meira.
Alexandre Hotel Gala
3
Prísur úr 11.555,-
Playa de las Americas / strond: 150 metrar / centrum: 100 metrar
Les meira.
GF Fañabé
4
Prísur úr 9.615,-
Costa Adeje / strond: 500 metrar / centrum: 100 metrar